VEÐURLAG FYRI FÓLKIÐ
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum

 

Tað eru tvær kreppur, ið hótta heimin í dag. Tann eina er fíggjarkreppan, og hin er veðurlagsbroytingarnar. Vit skulu seta okkum sum mál at loysa báðar, tí við miðvísum og skynsomum politikki kann veðurlagsavbjóðingin nýtast sum eitt amboð til at koma burtur úr fíggjarkreppuni.

 

Framburðurin í samfelagnum skal vera tengdur at varandi orkukeldum, har gransking og menning er ein náttúrligur partur. Við at gera íløgur í viðvarandi orkukeldur t.e. vindorku, vatnorku, sjóvarfalsorku, sólorku og alduorku kunnu vit gera okkum óheft av oljuni, ið bæði er ein fíggjarlig og umhvørvisslig hóttan móti heiminum.

 
Tað er neyðugt, at Føroyar eru ein virkin viðspælari í altjóða veðurlagsspurninginum. Vit skulu taka ábyrgd og traðka inn á altjóða pallin og vísa, at vit eru við og eru sinnað at taka okkara lut í arbeiðinum til tess at tálma útlátið av veðurlagsgassum. Hetta arbeiði fer at vera kravmikið av okkum, men megna vit at liva upp til eina komandi avtalu í Keypmannahavn, fer tað somuleiðis at vera ein gyltur møguleiki at nýta hetta í einari marknaðarherðferð av Føroyum.
 
 
Ferðavinnan, fiskivinnan og vinnan yvirhøvur fær ágóðar av, at Føroyar taka virknan lut í altjóða veðurlagsspurninginum, og tí skulu vit taka veðurlagsspurningin sum ein gyltan møguleika at føra Føroyar á fremstu rók, har grønur vakstrarpolitikkur er drívmegin.