AVLEIÐINGAR FYRI NÁTTÚRU OG FÓLK
Bogi Hansen, professari í havfrøði

Fyri mær eru tríggjar grundir til, at Føroyar eiga at binda seg til nýggju altjóða veðurlagsavtaluna um ein niðurskurð av vakstrarhúsgassum.

 
Tann fyrsta er etisk. Tað er nú ógvuliga lítil ivi um, at tær mannaelvdu veðurlagsbroytingarnar í hesari øldini fara at hava ógvisligar avleiðingar fyri náttúru og fyri fólk. Einasti mátin at minka um avleiðingarnar er at tálma útlátið. Føroyar hava eitt sera høgt útlát pr íbúgva og eiga at gera sín part.
 
Onnur grundin er sjálvsøkin. Klárar ein stórur partur av heiminum at gera eina nýggja veðurlagsavtalu, sum munar, so fer stórt trýst at verða lagt á tey lond, sum ikki geva seg undir hana. Her er ikki bara umdømið hjá Føroyum upp á spæl; men bæði handilsligar og politiskar forðingar kunnu lættliga koma.
 
Triðja grundin er eisini sjálvsøkin. Eg ivist onga løtu í, at oljuprísirnir fara at veksa aftur og skjótt kunnu gerast nógv hægri, enn teir nakratíð hava verið fyrr. Vit eru ógvuliga bundin av olju, og tílík lond fara tá at standa seg illa fíggjarliga. Vit hava fyrr verið í tí støðu, at stórir partar av flotanum hava havt trupult við at fiska fyri oljuna. Hetta kann lættliga gerast nógv verri, loysa vit okkum ikki meiri frá oljuni og harvið samstundis minka útlátið.